Back to All Events

PRIDE PEPP

  • Reinsarí Thorshavn, Streymoy, 100 Færøerne (map)

PRIDE PEPP🌈
27. juli á hvørjum árið ganga føroyingar í túsundatali í Faroe Pride! Hetta gera vit, tí vit ynskja, stuðla og viðurkenna fjølbroytni! 🙌

Í mong ár var stríðið fyri rættindum hjá samkyndum at giftast borgarliga tað, ið savnaði okkum, men hóast hetta málið er samtykt nú, so er stríðið ikki liðugt. Enn eru flokkar, ið vilja rulla hjúnarbandslógina aftur til ta gomlu, og enn eru rættindi, ið ikki eru vunnin.

Vit hita upp til Faroe Pride 2019 við Pride Pepp. Vit fara at hava eitt sofaprát við Sonju Jógvansdóttir, Eiler Fagraklett og Anniku Samuelsen um LGBTQI+ umhvørvið í Føroyum. Hvussu er umhvørvið í Føroyum? Hvørjar eru avbjóðingarnar og hvussu heldur LGBTQI+ aktivisma fram? Sofaprátið verður stýrt av Siri Sørensen.

Marbles Lost spælir nøkur løg til tiltakið!🎉

Vit gleða okkum at síggja tykkum til Pride Pepp!

Later Event: July 27
Faroe Pride 2019